Atgongd til FarGen-dátur

Tú kanst fáa atgongd til FarGen-dátur við einum sáttmála við Heilsustýrið. Sáttmálin gevur tær rættindi til at granska í ávísum tilfari eitt avmarkað tíðarskeið og til at geva út ávísa nøgd av vísindaligum greinum. Fyri at fáa sáttmála í lag er krav, at tú hevur góðkenningar frá viðkomandi myndugleikum:

  1. Kliniskur ábyrgdarhavi

  2. Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (registaragransking undantikin)

  3. Góðkenning frá Heilsustýrinum (fyrr Ílegusavninum)

  4. Verkætlanin skal fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum

  5. Sáttmáli við Heilsustýrið (fyrr Ílegusavnið)

Les nærri um mannagongd og góðkenningar her.

 

Hvør kann søkja?
Granskarar skulu vera knýttir at einum granskingarstovni, tvs. einum hægri lærustovni ella einum sjúkrahúsi, fyri at fáa atgongd til FarGen-dátur. Lesandi kunnu eisini brúka FarGen-dátur, men tá er tað vegleiðarin, sum má søkja um atgongd vegna tann lesandi.

Allar verkætlanir, sum fáast við FarGen-dátur, skulu hava ein kliniskan ábyrgdarhava, sum starvast í føroyska heilsuverkinum.

Les leiðreglurnar fyri umsiting og nýtslu av FarGen-dátum.