Fyri at fáa atgongd til FarGen-dátur krevst ein sáttmáli við Heilsustýrið. Ílegulógin ásetur nevniliga, at sáttmáli við Heilsustýrið krevst fyri at fáa loyvi at fremja ílegugransking í vevnaði, t.d. blóðroyndum, hjá føroyingum. Heilsustýrið hevur einkarætt til at útvega sær, goyma og handfara vevnað og diagnosur til ílegugransking í Føroyum.
Fyri at fáa sáttmála í lag, skalt tú lúka ávísar treytir og hava neyðugu góðkenningarnar fyrst:
Kliniskur ábyrgdarhavi
Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini (registarakanningar undantiknar)
Góðkenning frá Heilsustýrinum
Sáttmáli við Heilsustýrið
Harumframt skal verkætlanin fylgja ásetingunum hjá Dátueftirlitinum.
Kliniskur ábyrgdarhavi
Í sambandi við forkanningar og granskingarverkætlanir skal ein kliniskur ábyrgdarhavi setast. Um tú ikki longu hevur ein kliniskan ábyrgdarhava til tína verkætlan, kann Fólkaheilsustýrið hjálpa tær við hesum. Kliniski ábyrgdarhavin er eitt løggilt heilsustarvsfólk, ið er knýtt at føroyska heilsuverkinum. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Heilsustýrinum, umframt at veita nøktandi kunning til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir.
Góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini
Allar biomedisinskar kanningar skulu góðkennast av Vísindasiðsemisnevndini, áðrenn tær verða settar í verk. Vísindasiðsemisnevndin skal tryggja sær, at granskingarverkætlanir verða framdar á vísindaetiskt fullgóðan hátt. Tú skalt sostatt lata Vísindasiðsemisnevndini fráboðanarskjal um granskingarverkætlanina umframt onnur viðkomandi skjøl.
Vísindasiðsemisnevndin skal m.a. góðkenna granskingarprotokollina og kunningarskjøl ætlað luttakarunum í granskingarverkætlanini. Er talan um registaragransking, er ikki neyðugt við góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini.
Fráboðanarskjøl og leinki til galdandi lóg síggjast her.
Tú kanst lesa meira um m.a. fráboðanarskyldu til Vísindasiðsemisnevndina, lýsingina av eini biomedisinskari granskingarverkætlan og ymsar vegleiðingar á heimasíðuni hjá donsku vísindasiðsemisnevndini, sum eisini er kærumyndugleiki.
GG. Donsku vegleiðingarnar eru hent amboð, tó skal havast í huga, at Ílegulógin er føroysk serlóg og tí ikki umrødd í vegleiðingunum.
Góðkenning frá Heilsustýrinum
Ávís formleikakrøv eru fyri at fáa góðkenningina frá Heilsustýrinum í lag. Tí skalt tú fylla út eitt umsóknarblað, har tú greiðir frá verkætlanini og kørmunum kring hana.
Tak niður:
Sambært Heilsulógini krevst sonevnt kunnað samtykki frá øllum luttakarum í eini granskingarverkætlan. Tað merkir, at einstaki luttakarin skal hava fingið nøktandi kunning um, hvat luttøka í verkætlanini inniber. Tí er neyðugt at orða eitt kunningarskriv til luttakararnar í verkætlanini.
Fá nærri kunning á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.
Fráboðan til Dátueftirlitið
Um upplýsingar um persónlig viðurskifti (viðkvæmar upplýsingar) verða viðgjørdar í sambandi við eina granskingarverkætlan, skal verkætlanin fylgja ásetingunum um viðgerð av persónsupplýsingum til granskingarendamál sambært Dátuverndarlógini.
Heilsustýrið er dátuábyrgdari fyri FarGen-verkætlanina og fyri verkætlanir, sum brúka FarGen-dátur. Heilsustýrið hevur skyldu til saman við samstarvsfelaganum at tryggja sær, at ásetingarnar í Dátuverndarlógini um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál verða fylgdar.
Fá nærri kunning á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Góðkenning frá Landsapotekaranum
Snýr ein granskingarverkætlan seg um menning av heilivági, krevst góðkenning frá Landsapotekaranum.
Sáttmáli við Heilsustýrið
Eftir at allar neyðugar góðkenningar eru fingnar til vega, verður endaligur sáttmáli gjørdur millum Heilsustýrið og granskingarstovnin.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login