Hevur tú áhuga fyri at granska í dátum úr FarGen-dátugrunninum, kanst tú venda tær til okkara at frætta nærri um møguligt samstarv. Vit eru áhugað í samstarvi við lærustovnar, vinnulív, granskarar, lesandi og onnur.
Dátugrunnurin
FarGen-dátugrunnurin inniheldur ílegudátur um føroyingar. Higartil eru uml. 1.500 blóðroyndir tiknar til FarGen 1 og hesar verða í løtuni lisnar (sekventeraðar) og goymdar sum talgildar dátur. Dáturnar eru til taks til góðkendar granskingarverkætlanir innan heilsuøkið. Vit eru í gongd við av savna blóðroyndir til FarGen 2, og 1. febr. 2024 vóru um 2400 blóðroyndir savnaðar til stig 2 av verkætlanini.
Luttakarar til granskingarverkætlan
Tosa við okkum um, hvørjum dátum tú hevur tørv á. Tað kann t.d. vera ávísir sjúkubólkar, útvaldar familjur ella ein samanberingarbólkur til case/control-kanningar.
Luttakarar í møguligum granskingarverkætlanum skulu geva samtykki til luttøku í hvørji einstakari verkætlan. Tað er Heilsustýrið, sum samskiftir við møguligar luttakarar til tína verkætlan og setur saman ein hóskandi luttakarabólk, og vanliga fært tú sum granskari bert atgongd til navnloyndar dátur. Til ber tó eisini at útvega luttakarar til verkætlanir, har nærri kanningar verða gjørdar saman við luttakarunum, t.d. at kanna venjingarstøðu, lívsstíl e.l. Úrslitini frá hesum kanningunum kunnu so verða brúkt saman við ílegudátum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login