Ættarbandsskráin er ein fullfíggjað ættartalva yvir allar føroyingar frá um 1650 til í dag. Í ávísum førum ber til at greina ættina heilt aftur til 1100. Ílegusavnið hevur tikið stig til at menna Ættarbandsskránna við endamálinum at kanna sambandið millum ættarbregði og sjúku. Ættarbandsskráin kann m.a verða brúkt til at greina arvagongdina hjá arvaligum sjúkum í ávísum familjum. Hon kann eisini verða brúkt til at tryggja sær, at luttakarar í eini granskingarverkætlan ikki eru ov tætt skyldir, tí tað kann geva misvísandi kanningarúrslit. Ættarbandsskráin er sostatt eitt sera hent amboð bæði hjá læknum og granskarum.
Í FarGen-høpi verður Ættarbandsskráin í fyrstu atløgu brúkt til at greina ílegufrøðiliga fjølbroytnið hjá føroyingum. Málið er at menna eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir títtleikan av íleguvariantum hjá føroyingum.
Ættarbandsskráin verður gjørd í samstarvi við Tjóðskjalasavnið, og skrásetingarnar byggja á keldur so sum kirkjubøkur, fólkateljingar, Landsfólkayvirlitið o.s.fr.
Í oktober 2020 fekk almenningurin í Føroyum atgongd til Ættarbandsskránna. Á Vanganum hjá Talgildu Føroyum kunnu føroyingar nú fáa innlit í sínar egnu forfedrar í beinari linju.
Hoyr meira um Ættarbandsskránna í samrøðu við Guðrið Andorsdóttir, fyrrverandi stjóra á Ílegusavninum. Samrøðan er frá sendingini, Vitan, hjá KVF frá 18. juli 2017.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login