Genomgransking í Føroyum
Í Føroyum síggja vit dømi um arvaligar sjúkur við nógv hægri títtleika enn í øðrum londum. Hin vegin eru aðrar arvaligar sjúkur, sum als ikki eru at finna millum føroyingar. Frágreiðingin liggur í demografisku søguni hjá oyggjunum við avmarkaðum tali av upphavsfólki, landafrøðiligari avbyrging og seinni fólkavøkstri uttan nevniverda tilflyting. Hesi viðurskifti gera, at føroyingar hava eitt serstakt arvatilfar við eini lutfalsliga einsháttaðari ílegupulju. Sagt verður, at føroyingar eru at rokna sum eitt ílegufrøðiliga (genetiskt) avbyrgt fólk.
Tað, at vit líkjast so nógv, økir hagfrøðisligu styrkina, tá leitað verður eftir sambandinum millum ílegur og sjúku. Tí ber til at leita eftir sjáldsomum íleguvariantum her, sum eru torførir at finna í eini meira blandaðari ílegupulju. Úrslitini frá føroyskari ílegugransking kunnu tí útvega serstaka vitan, sum kann verða brúkt til at avdúka sjúkuelvandi íleguvariantar í meira blandaðum búfjøldum, og soleiðis kunnu føroysk granskingarúrslit vera hent í størri høpi.
Stóra menningin innan ílegutøkni síðstu árini hevur tí havt við sær økt uppmerksemi um føroyska íleguarvin og tann týdningin, vitan um føroysku ílegurnar kann hava fyri heilsugransking og –menning.
Góð skráseting
Ein annar fyrimunur við at brúka Føroyar sum granskingarpall er, at vit hava sera góða skráseting av føroyska fólkinum bæði viðvíkjandi sjúku og ætt. Sjúkuskrásetingin er neyv og gjøgnumskygd í eini talgildari heilsuskipan, THS, sum ger, at allar viðkomandi sjúkuupplýsingar eru skrásettar á einum staði. Harumframt hava vit Ættarbandsskránna, sum er ein felags ættartalva fyri føroyingar við skráseting av ættarbondunum hjá føroyingum heilt aftur til 1600-árini og í einstøkum førum heilt aftur til 1100-árini.
Les meira um Ættarbandsskránna.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login