Títt genom ger av, hvør tú ert, og upplýsingar um títt genom kunnu í ávísum førum staðfesta orsøkina til sjúku. Tøkniliga menningin hevur gjørt, at í dag ber til at lesa eitt genom lutfalsliga skjótt og bíliga, og tí verða genom lisin sum ongantíð áður, bæði til kliniska nýtslu á sjúkrahúsum og til gransking.
Allar livandi verur hava eitt genom: plantur, bakteriur, virus, djór og menniskju. Genomið fevnir um alt arvatilfarið (DNA-ið) í eini kyknu, og tað er staðsett í kromosomunum. Genomið hjá menniskjanum inniheldur uml. 20.000 ílegur, sum tó bert eru 1-5 % av genominum. Restin varð fyrr rópt junk-DNA, tí tað var hildið ongan týdning at hava, men so er ikki. Hóast vitanin um henda partin av genominum enn er avmarkað, so vita vit, at hann hevur ein avgerandi leiklut í stýringini av ílegum og genomi, so tey ”tendra” og ”sløkkja”, tá tey skulu.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login