PGx-verkætlanin
PGx-verkætlanin kannar samspælið millum ílegur og heilivág. Gransking vísir, at virknaðurin av ávísum sløgum av heilivági er bundin at ílegunum, tvs. at heilivágur kann virka ymiskt alt eftir ílegusamansetingini hjá tí einstaka.
Verkætlanin fer at kanna, um slík heilivágssløg verða givin í Føroyum, og um íleguvariantar, ið kunnu leiðbeina um, hvussu heilivágur skal gevast, eru millum føroyingar. Úrslitini skulu menna mannagongdir og skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Heilsustýrið (fyrr Ílegusavnið).
Verkætlanarleiðarar eru Noomi O. Gregersen, PhD og Jónrit Halling, PhD.
Verkætlanartíðarskeið: 01.08.2021-
Heinta dagført kunningartilfar, mars 2024.
HBOC-verkætlanin
Heiti á verkætlan: Eyðmerking av ílegum í sambandi við arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba (HBOC) hjá føroyingum
Endamálið við verkætlanini er at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til arvaligan bróst- og eggjastokkakrabba (HBOC) í Føroyum.
Í Føroyum verða umleið 21 tilburðir av bróstkrabba og umleið 5 tilburðir av eggjastokkakrabba staðfestir um árið. Bróst- og eggjastokkakrabbi rakar oftast konufólk um 50 ára aldur. Altjóða tøl vísa, at á leið 5-10 % av bróstkrabba- og 10-15 % av eggjastokkakrabbatilburðum eru arvaligir.
Granskað hevur verið í HBOC í nógv ár, og funnið er fram til, at orsøkin til sjúkuna í eitt nú grannalondum okkara í stóran mun liggur í serkendum ílegum sum t.d. BRCA1 og BRCA2. Sjúklingar í Føroyum, sum verða raktir av bróst- ella eggjastokkakrabba, og har illgruni er um, at sjúkan er arvalig (HBOC), fáa sjúklingar tilboð um ílegukanning. Higartil hevur tó ikki borið til at staðfest tær ílegur, sum eru atvoldin til HBOC hjá føroyingum.
Verkætlanin snýr seg tí um, at:
Kanna títtleikan av HBOC í Føroyum
Ílegulesa sjúklingar við HBOC
Eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera atvoldin til HBOC
Kanna serkendar ílegur sum t.d. BRCA1 og BRCA2
Staðfesta, um tær eyðmerktu ílegurnar í 3. punkti arvast í HBOC-familjum
Málið er á henda hátt at skapa eina betri fatan av teimum lívfrøðiligu mekanismum, sum kunnu elva til HBOC, og harvið fáa meira vitan, sum kann vera við til at menna framtíðar viðgerðartilboð til einstaklingar við HBOC.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Landssjúkrahúsið og Heilsustýrið (fyrr Ílegusavnið).
Verkætlanarleiðari er Noomi O. Gregersen, PhD.
Verkætlanartíðarskeið: 01.02.2020-
Heinta dagført kunningartilfar til sjúklingar, okt. 2024
ADHD-verkætlanin
Heiti á verkætlan: ADHD-granskingarverkætlan í Føroyum
Verkætlanin hevur til endamáls at eyðmerkja ílegur, sum kunnu hava ávirkan á, um ADHD tekur seg upp.
ADHD er stytting fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Talan er um eina nervalags/sálarsjúku, ið er eyðmerkt við trupulleikum at hugsavna seg, kropsligum ovurvirksemi og bráðlyndi. Umleið 5% av børnum og 2,5% av vaksnum fólki verða rakt av ADHD. Kanningar av ADHD vísa, at orsøkin til sjúkuna í stóran mun liggur í ílegunum. Luttakarar í FarGen, sum ikki hava ADHD, mynda ein sammetingarbólk í hesi verkætlanini. Ílegudáturnar hjá hesum bólkinum verða samanbornar við ílegudátur hjá einum bólki av fólki, sum hava ADHD, fyri at kanna, um til ber at eyðmerkja íleguvariantar, sum kunnu elva til ADHD.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Amager Hospital, Landssjúkrahúsið og Heilsustýrið (fyrr Ílegusavnið).
Verkætlanarleiðari er August G. Wang, yvirlækni í psykiatri.
Verkætlanartíðarskeið: 15.08.2019-
ACE-verkætlanin
Heiti á verkætlan: Týdningur av angiotensin converting enzym-virkisstigi fyri tillaging til kropsliga venjing
Í ACE-verkætlanini verður kannað, um ávísir íleguvariantar ávirka okkara venjingarviðkvæmi, tvs. hvat gagn vit fáa burtur úr kropsligari venjing.
Við venjing kann hámarkið fyri iltupptøkuferð hjá einum persóni økjast. Ymiskt er tó, hvussu nógv hámarkið á iltupptøkuferðini hjá fólki økist við venjing. Av tí at nøgdin av kropsligum virkni í gerandisdegnum og hámarksiltupptøkuferðin hava ávirkan á vandan fyri at doyggja, óansæð orsøk, er nærliggjandi at kanna, hví menniskju ávirkast ymiskt av venjing, og um venjingarviðkvæmi kann manipulerast við kendum heilivági.
Ein av kveikunum (enzymunum) í kroppinum eitur ”Angiotensin converting enzym” (ACE). Ymsir variantar av arvaeindini, ið kotar fyri ACE, finnast, og á teimum variantunum, sum eita ACE I/I og ACE D/D, sæst ein týðandi munur á, hvussu virkin ACE-kveikin er. Kanningar benda á, at munurin í ACE-virkni hevur týdning fyri, hvussu nógv gagn fólk hava av kropsligari venjing. Mett verður, at umleið annarhvør persónur hevur annan av hesum variantunum. Persónar við ACE D/D-variatiónini eru sermerkt við at hava høgt ACE-virkni og ætlandi niðursett venjingarviðkvæmi. Tí er væl hugsandi, at heilivágur, ið lækkar ACE-virknið, kann betra um venjingarviðkvæmið hjá hesum persónunum.
Endamálið við ACE-verkætlanini er tískil at áseta, hvønn týdning ACE I/I og ACE D/D hava fyri venjingarviðkvæmið hjá fólki. Harafturat verður ásett, um nýtsla av ACE-hindran ávirkar venjingarviðkvæmið.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Københavns Universitet, Fróðskaparsetur Føroya, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.
Verkætlanarleiðari er Tórur Sjúrðarson, stud.scient í humanfysiologi.
Verkætlanartíðarskeið: 01.01.2019-31.12.2019
Les meira um úrslit frá granskingarverkætlanini her.
IBD-verkætlanin
Heiti á verkætlan: Eyðmerking av ílegum, verti og umhvørvisligum faktorum, ið hava ávirkan á tarmbrunasjúkur – Inflammatory Bowel Disease (IBD) – hjá føroyingum.
Verkætlanin snýr seg um gransking í tarmbrunasjúkum so sum Morbus Crohn og Colitis Ulcerosa í Føroyum.
Í Føroyum er títtleikin av tarmbrunasjúkum væl hægri enn aðra staðni í heiminum. Orsøkin til mongu tilburðirnar er ókend, men bæði arvur, immunverja, tarmbakteriur og umhvørvi eru avgerandi fyri, um sjúkan tekur seg upp. Í hesi verkætlan verður samspælið millum hesar faktorar kannað fyri at lýsa, hví so nógv í Føroyum fáa sjúkuna. Kanningar verða m.a. gjørdar av ílegum, skarni, hári og barnatonnum fyri at vita, um til ber at staðfesta mynstur fyri, hvør fær sjúkurnar.
Á henda hátt fæst ætlandi ein samlað mynd av bæði arvafrøðiligum og umhvørvisligum orsøkum til, hví føroyingar fáa IBD, hvussu sjúkurnar kunnu staðfestast so tíðliga sum gjørligt, og sum frálíður hvussu sjúkurnar kunnu fyribyrgjast.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Ílegusavnið.
Verkætlanarleiðari er Amanda G. Vang, PhD.
Verkætlanartíðarskeið: 01.10.2018-
Les meira um úrslit frá granskingarverkætlanini her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login