Arvagongd

Sjúkur, sum eru tengdar at ílegubreki, hava ymsa arvagongd. Tað merkir, at arvamynstrið hjá sjúkunum er ymiskt. Best kendar eru arvagongdirnar hjá ávikavist víkjandi og ráðandi ílegubreki.

Er talan um víkjandi ílegubrek, verður tú bert sjúk/ur, um tú arvar ílegubrekið frá báðum foreldrunum. Arvar tú brekið frá øðrum teirra, ert tú frískur berari av sjúkuni. CTD er dømi um sjúku, sum stendst av víkjandi ílegubreki. Er talan um ráðandi ílegubrek, verður tú sjúk/ur, um bert tú arvar ílegubrekið frá øðrum av foreldrunum. Eitt dømi er arvaliga ov høgt kolesterol.

Harumframt eru ílegusjúkur, sum bert arvast gjøgnum mammuna antin við x-bundnum arvi ella mitokondriuarvi. X-bundin arvur merkir, at sjúkuílegan liggur á x-kromosominum, sum er kynskromosomið. Tá er mamman frískur berari av ílegubrekinum, men bert synir hennara kunnu gerast sjúkir, t.d. við bløðarasjúku. Mitokondriuarvur merkir, at ílegubrekið bert arvast gjøgnum eggkyknuna, og børn hjá eini sjúkari mammu kunnu arva ílegubrekið.

Alt eftir hvat slag av sjúku talan er um, arvast ílegubrek sambært eini av hesum arvagongdunum.