Persónlagað medisin merkir, at fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum í størri mun verður lagað til lívfrøði og lívvirkisfrøði (fysiologi) hjá tí einstaka. Upplýsingar um ílegurnar eru miðdepilin innan persónlagað medisin. Tí er kortleggingin av genominum ein týðandi liður í menningini av persónlagaðum medisini og er sostatt eitt stig á vegnum at kunna veita meira málrættaða viðgerð.
Greiningin av genominum kann geva okkum økta vitan um sjúkur, og í ávísum førum ber út frá hesum til at staðfesta, hvør viðgerð og hvør heilivágur eru mest hóskandi til einstaka sjúklingin. Hin vegin ber eisini til at staðfesta, hvør viðgerð ella heilivágur ikki virka uppá sjúklingin.
Kanningar vísa nevniliga, at ein partur av tí heilivági, sum sjúklingar fáa í sambandi við viðgerð, ikki virkar sum ætlað. Í summum førum hevur sjúklingurin als einki gagn av heilivágnum, og í øðrum førum hevur heilivágurin enntá beinleiðis negativa ávirkan á sjúklingin við hjáárinum. Tí hóast fleiri sjúklingar hava somu sjúkueyðkenni, so er ikki vist, at diagnosan og harvið viðgerðin eigur at vera nett hin sama. Tað kunnu nevniliga vera ymsar orsøkir, t.d. ymsir íleguvariantar, sum elva til somu sjúkueyðkenni.
Ágóðar fyri sjúkling og samfelag
Ein munandi partur av øllum heilivági, sum verður givin í dag, byggir á vitan um genomið hjá sjúklinginum. Hesin partur fer væntandi at vaksa, og persónlagað medisin verður ein alt vanligari partur av viðgerð og sjúkufyribyrging í framtíðini.
Persónlagað medisin er sostatt ein fyrimunur fyri einstaka sjúklingin, sum skjótari kann fáa rætta viðgerð, samstundis sum minkað verður um møgulig hjáárin. Samfelagsligi ágóðin er samstundis eyðsæddur, tí bøttir viðgerðarmøguleikar ávirka heilsubúskapin hjá landinum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login