Heilsustýrið umsitur eina tvíburskrá, sum er ein dátugrunnur við øllum tvíburum, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Í nýggju skránni er upplýsingar um 1546 tvíburapør, og skráin er serliga ætlað heilsugransking. Tvíburagransking verður serliga brúkt samanberandi til at meta um ávirkanina frá umhvørvi og ílegufrøði (genetikki).
Innihald í skránni
Tvíburaskráin er partur av Ættarbandsskránni hjá Heilsustýrinum, og upplýsingarnar koma úr kirkjubókum og ættartalvum. Skráin inniheldur upplýsingar um føðidag, møguligan deyðsdag og um kyn hjá tvíburunum.
Í dag eru um 900 tvíburapør á lívi í Føroyum.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tvíburar, sum eru føddir í Føroyum síðani 1700. Gev gætur, at ymsu tíðarskeiðini í yvirlitinum ikki eru eins long.
Tíðarskeið | Tvíburar sama kyn | Tvíburar ymisk kyn | Tilsamans |
1700-1869 | 158 | 84 | 242 |
1870-1930 | 310 | 145 | 455 |
1931-1952 | 128 | 70 | 198 |
1953-1982 | 222 | 109 | 331 |
1983-2000 | 149 | 55 | 204 |
2001-2009 | 77 | 39 | 116 |
2010-2022 | ? | ? | 105 |
Atgongd til tvíburaskránna
Tvíburaskráin er ætlað heilsugransking, og fyri at fáa atgongd til dátur úr skránni, krevst sáttmáli við Heilsustýrið um ítøkiliga granskingarverkætlan. Eisini krevst, at ein kliniskur ábyrgdarhavi verður knýttur at verkætlanini umframt neyðugar góðkenningar frá avvarðandi myndugleikum.
Set teg í samband við Heilsustýrið, um tú vilt vita meira.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login