Upplýsingar um ílegurnar hjá tí einstaka kunnu í prinsippinum hava við sær, at viðkomandi er fyri mismuni eitt nú í sambandi við trygging og starvssetan. Hetta er tó ólógligt og í føroysku Ílegulógini verður lagt upp fyri hesum við soljóðandi áseting í §10, stk. 2: “Ein og hvør mannamunur móti einum persóni, grundaður á hansara íleguarv, er bannaður.”
Tryggingaravtalulógin ásetir harumframt, at tryggingarfeløg ikki hava loyvi til at brúka upplýsingar um ílegur hjá tryggingartakara. Í § 3a stendur: "Í samband við ella eftir, at ein avtala er gjørd sambært hesi lóg, kann felagið ikki biðja um, fáa til vega, taka ímóti ella nýta upplýsingar, ið kunnu lýsa ættarbregði hjá einum persóni og vandan hjá hesum at menna ella fáa sjúkur. Felagið kann ei heldur krevja kanningar, ið eru neyðugar fyri at fáa slíkar upplýsingar til vega."
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login