Vísindasiðsemisnevndin

Fyri at ein granskingarverkætlan skal fáa atgongd til dátur í dátugrunninum hjá FarGen, krevst m.a. ein góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini. Uppgávan hjá Vísindasiðsemisnevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir verða framdar á vísindaetiskt fullgóðan hátt. Øll biomedisinsk gransking krevur góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini. Hetta er í høvuðsheitum øll gransking í menniskjansligum tilfari.

Aðrar góðkenningar
Alt eftir hvat granskingarverkætlanin snýr seg um, krevst onnur góðkenning umframt:

  • Er talan um gransking í ílegum hjá føroyingum, krevst góðkenning frá Heilsustýrinum (fyrr Ílegusavninum).

  • Inniber granskingin innsavnan av persónsdátum, krevst góðkenning frá Dátueftirlitinum.

  • Snýr granskingin seg um nýggjan heilivág, krevst góðkenning frá Landsapotekaranum.

Vísindasiðsemisnevndin raðfestir atlitið til støðu, rættindi og trygd hjá einstaka kanningarpersóninum fremst. Tí verður hetta atlit tikið fram um vísindalig og samfelagslig áhugamál. Eisini hóast hesi kunnu skapa møguleikar fyri at fáa til vega nýggja vitan ella at kanna verandi vitan, sum annars heimila verksetingini av eini granskingarverkætlan.

Les meira um Vísindasiðsemisnevndina her.