Kanningar

Blóðroyndir verða tiknar kring landið við jøvnum millumbilum, og tú kanst bóka tíð frammanundan á kanning.fargen.fo

Tá tú møtir til blóðtøku tryggja vit okkum, at tú hevur latið okkum neyðugu skjølini, tvs. undirskrivaða samtykkisváttan og eitt útfylt spurnablað. Mannagongdin er síðani henda:

  • Blóðtrýst og pulsur verða mátað.

  • Hædd, mjadna- og miðjumát verða tikin.

  • Á eini in-body vekt verða m.a. hesi mát tikin: vekt, feittprosent og vøddamassi. Tú fært úrslitini frá hesi kanningini við tær á einum skjali.

  • Lungna- og eygnavirkni verða mátað.

  • Blóðroynd verður tikin av tær til eina genomkanning og biokemiskar kanningar.

  • Tú kanst lata okkum eina landroynd, áðrenn tú fert avstað.