Soleiðis luttekur tú

Í stuttum:

  1. Innrita á Vangan við tínum Samleika og finn FarGen

  2. Les kunningartilfar um FarGen 2 á Vanganum 

  3. Fyll út FarGen-spurnablaðið á Vanganum 

  4. Bílegg tíð til blóðtøku o.a. á kanning.fargen.fo

  5. Møt til blóðtøku o.a.

Nærri frágreiðing:

Rita inn á Vangan. Til hetta krevst, at tú hevur Samleikan. Fyrsta stigið er at lesa kunningartilfarið um FarGen 2, sum er krav fyri at luttaka í verkætlanini. Síðani fyllir tú út eitt spurnablað um m.a. tína bakgrund, lívsstíl og heilsu. Tá hetta er gjørt, kanst tú bíleggja tær eina tíð til at lata blóðroynd o.a. á kanning.fargen.fo. Tíðir verða lagdar út fyri eina viku í senn hvønn fríggjadag.

Tá tú møtir til blóðtøku, skalt tú lata inn eina samtykkisváttan. Við tíni undirskrift váttar tú, at tú hevur fingið kunning um tína luttøku, og hvat hon inniber. Skjalið verður útflýggjað á staðnum.

Um tú ikki hevur Vangan
Hevur tú ikki Vangan, kanst tú tekna teg til FarGen soleiðis:
Les kunningartilfarið um FarGen 2, so tú veitst, hvat verkætlanin snýr seg um. Fyll út FarGen-spurnablaðið og prenta tað út. Í spurnablaðnum eru spurningar um m.a. tína bakgrund, lívsstíl og heilsu. GG. Printari krevst til at skriva spurnablaðið út.

Bílegg síðani tíð til at lata blóðroynd o.a. á kanning.fargen.fo.

Tá tú møtir til blóðtøku, skalt tú lata inn útfylta spurnablaðið og eina samtykkisváttan, sum tú fært útflýggjað á staðnum. Við tíni undirskrift váttar tú, at tú hevur fingið kunning um tína luttøku, og hvat hon inniber.

Hevur tú ikki møguleika at prenta útfylta spurnablaðið út, ber til at fylla tað út á pappíri, tá tú møtir til kanningar. Tá mást tú seta eyka tíð av til tað, tí tað tekur eina løtu at fara gjøgnum allar spurningarnar.