Tú skalt luttaka í FarGen, um tú vilt vera við til at menna granskingarmøguleikarnar í føroyskum ílegum. Útgangsstøðið er, at tú sum luttakari ikki sjálv/-ur fært beinleiðis ágóða av at luttaka í FarGen- verkætlanini. Tú gert tó títt til, at funnið verður fram til nýggja vitan, ið, sum frálíður, eitt nú kann fyribyrgja sjúku og gagna sjúkum fólki við bøttum viðgerðarmøguleikum.
Í granskingarverkætlanum innan heilsuvísindi er tørvur á sjálvbodnum luttakarum fyri at fáa til vega nýggja og virðismikla vitan, sum ikki fæst á annan hátt. Verður granskað í ávísari sjúku, er tørvur á luttakarum, sum hava ávísu sjúkuna, men vanliga verða frískir persónar eisini tiknir við sum samanberingargrundarlag.
Í FarGen 2 verður í fyrstu atløgu granskað innan fýra ymsar sjúkur ella sjúkubólkar: diabetes 2, tarmbrunasjúkur (Morbus Crohn og Colitis Ulcerosa), høgt blóðtrýst og Spondylartropati (t.d. Bechterew sjúku, psoriasis-, enteropatiska- ella reaktiva gikt), og málið er at útvega økta vitan um hesar sjúkur, teirra møguliga uppruna og at menna fyribyrging og viðgerð fyri hesar sjúkur.
Rættindi og trygd
Tað hevur alstóran týdning at útvega nýggja vitan á heilsuøkinum, men atlitið til heilsu, rættindi og trygd hjá luttakarunum í eini granskingarverkætlan verður raðfest hægri enn vísindaligu og samfelagsligu áhugamálini. Vísindasiðsemisnevndin varðar av áhugamálunum hjá luttakarunum, og allar biomedisinskar granskingarverkætlanir, sum arbeiða við eitt nú vevnaði, skulu hava góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini.
Les um ágóðar og váðar við genomkanningum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login