Vit eru so smátt farin undir at útvega luttakarar til FarGen 2, og góð 100 fólk hava higartil tikið av tilboðnum um at luttaka. Talan er einamest um fólk, sum longu stóðu á tekningarlistanum, sum hava fingið tilboð um at vera vit. Okkara mannagongdir eru nú royndar, og í august fara vit av álvara í gongd við at bjóða føroyingum at verða partur av FarGen 2. Málið er at útvega 3.500 luttakarar.
Bíleggingarskipanin á kanning.fargen.fo verður virkin aftur í august, og tíðir verða lagdar út fyri eina viku í senn. Tá verður eftir ætlan eisini møguligt at fylla út FarGen-spurnablaðið á síðuni hjá Ílegusavninum á Vanganum.
Vit ynskja øllum eitt gott summar.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login