Stórur dagur var í Klaksvík í dag, tá vit tóku ímóti luttakara nummar 1.000 til FarGen 2 í okkara hølum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Vit kunnu staðfesta, at føroyingar taka væl undir við FarGen, og flestu luttakararnir eru komnir við eftir góðum fimm mánaðum.
”Enn er nakað eftir á mál, men tað er umráðandi at hátíðarhalda, tá ávegismál verða rokkin”. Tað staðfesti Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, eftir at luttakaratalið rundaði 1.000 í dag, og starvsfólkini markaðu dagin við leskiligari køku.
Málið er at koma upp á 3.500 luttakarar.
Takk øll tit 1.004, sum higartil hava givið tykkara íkast til føroyska ílegugransking.
Enn ber til at tekna seg á https://kanning.fargen.fo
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login