Luttakaratalið í FarGen 2 hevur rundað 3.100, og sostatt eru bert knøpp 400 pláss eftir. Samansetingin av luttakarum er í rímiligum samsvari við málini, men stórur tørvur er tó á luttakarum, sum hava diabetes 2.
Diabetes 2 er ein av sjúkunum, sum FarGen 2 kannar. Kanningarnar verða gjørdar samanberandi, og ílegu- og heilsudátur hjá sjúkum verða samanbornar við dátur hjá frískum fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávís mynstur í dátunum. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna persónlagað medisin. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá einstaklinginum og letur upp fyri at málrætta viðgerðina meira.
Fyri hagfrøðisligu styrkina í kanningunum er tørvur á lutfalsliga nógvum luttakarum við diabetes 2. Ítøkiliga er málið at fáa í minsta lagi 220 diabetessjúklingar afturat við fyri at røkka málinum, sum er 350 luttakarar.Til ber at fáa nærri kunning og tekna seg til FarGen 2 við at fylla út eitt spurnablað á Vanganum á síðuni hjá Heilsustýrinum.
FarGen 2 fór í gongd við at útvega luttakarar í 2022, og væntandi verður komið á mál seinni í ár. FarGen ger ílegu- og heilsukanningar av føroyingum og savnar úrslitini í einum granskingardátugrunni. Granskingarverkætlanir fara at kunna søkja um loyvi at granska í dátunum, og samtykki krevst frá luttakarunum til hvørja verkætlan sær.
Tað er Heilsustýrið, sum umsitur FarGen.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login