83 % taka undir við FarGen

Tíðindi


19.03.2016

83 % taka undir við FarGen

Tíðindaskriv:

83 % av føroyingum taka undir við FarGen-verkætlanini, sum snýr seg um at lesa arvastreingirnar (genomini) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað vísir hugburðskanning, sum Gallup hevur gjørt fyri FarGen. 3 % av teim spurdu meta hinvegin, at verkætlanin eigur at steðgast. Restin hevur ikki tikið støðu til spurningin, hvørt verkætlanin skal fremjast ella ikki.

“Ábendingin er greið: FarGen fær stuðul frá føroyingum,” staðfestir Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen. Hon fegnast um úrslitini í kanningini: “Úrslitini eru eitt greitt tekin um, at fólk stuðla verkætlanini, og er tað tí við góðum treysti, at vit í næstum fara undir at bjóða fólki at luttaka.”

Í fyrstu atløgu skulu arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lesast og skrásetast í einum dátugrunni, men málið er at fáa allar føroyingar, sum vilja tað, við í verkætlanina. Endamálið er at menna ein pall, sum letur upp fyri møguleikum fyri gransking í føroyskum ílegum. Saman við vitan úr heilsuverkinum og føroysku ættarbandsskránni letur kortleggingin av føroysku ílegunum upp fyri møguleikunum at betra um fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.

Føroyingar tykjast eisini í stóran mun fúsir at luttaka í FarGen-verkætlanini, tí í kanningini varð spurt, hvørt fólk eru hugað at luttaka við at lata eina blóðroynd. Útvið ein triðingur svaraði, at tey fara heilt víst at luttaka, og 43 % søgdu, at tey fara møguliga at luttaka. Fremsta orsøkin til, at fólk eru áhugað í at luttaka, er sambært kanningini, at tey vilja stuðla undir gransking (51 %). Ein stórur partur (39 %) sigur høvuðsorsøkina vera, at tey ynskja at fáa innlit í møguliga arvaliga treytaða sjúku hjá sær og familjuni. Av teimum 11 %, sum als ongan hug hava at luttaka í FarGen-verkætlanini, søgdu 26 %, at høvuðsorsøkin er vantandi vitan um FarGen. 23 % søgdu seg ongan tørv hava á at kenna møgulig úrslit frá eini kanning sum hesari. 15 % av teim spurdu søgdu seg ikki kunna taka støðu, hvørt tey ynskja at luttaka ella ikki.

Kanningin staðfesti eisini, at fólk vita ikki so nógv um FarGen, og serliga millum tey 18-24 ára gomlu er vitanin avmarkað. Noomi O. Gregersen ásannar eisini, at stór orka skal leggjast í júst kunningarpartin kring verkætlanina: “Allir luttakarar skulu lata okkum eitt sonevnt ‘kunnað samtykki’ fyri at luttaka í FarGen. Tað merkir, at teir hava krav upp á at fáa nøktandi kunning um, hvat luttøkan inniber, og hvat dáturnar verða nýttar til.”

“Vit fáast við sera viðkvæmar persónsupplýsingar, og tí leggja vit stóran dent á at verja allar upplýsingar undir navnloynd og sambært lógarásetingunum,” sigur Noomi O. Gregersen. Ein granskingarverkætlan skal hava góðkenning frá Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum, umframt sáttmála við Ílegusavnið, fyri at fáa atgongd til dátur úr dátugrunninum. Luttakararnir verða eisini altíð spurdir, um teir loyva atgongd til persónligu dáturnar til hvørja einstaka granskingarverkætlan. Atgongd fæst bert til navnloyndar dátur.

FarGen-verkætlanin fekk í fjør játtað 10 mió. frá danska Fólkatinginum, og er hesin peningurin settur av til at lesa arvastreingirnar hjá 1.500 føroyingum í tíðarskeiðnum fram til heystið 2017.

526 tilvildarliga valdir føroyingar yvir 17 ár luttóku í spurnarkanningini, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri FarGen í desember.

21.08.2024FarGen-kanningar í Sigmundargøtu 14.08.2024220 fólk við diabetes 2 til FarGen 25.06.2024Hevur tú fingið innbjóðing á Vanganum? 14.06.2024Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen 30.04.2024Diabetes, gikt og tarmbrunasjúka 24.04.2024Trupulleikar við bíleggingarsíðuni 17.04.2024Gransking krevur samtykki 12.04.2024Hevur tú fingið innbjóðing til FarGen á Vanganum? 12.04.2024Kanningarúrslit frá februar 21.02.2024FarGen miðvísari 08.01.2024Afturboðan um biokemisk úrslit 15.12.2023Steðgur til eftir nýggjár 14.11.2023Hevur tú diabetes? 03.11.2023Fyrilestur á giktaráðstevnu 4. nov. 26.10.2023FarGen á ferð: 104 vágafólk 19.10.2023Okkum tørvar menn 27.09.2023FarGen á ferð: Vestmanna 15.09.2023FarGen á Breddanum 31.08.2023Tørv á fleiri sjúkum 15.08.2023FarGen á ferð: Tvøroyri 30.06.2023Afturboðan um biokemisk kanningarúrslit 23.06.2023Høvuðsrøðari á ráðstevna um smittusjúkur 14.04.2023FarGen á ferð: Runavík 30.03.2023Fyrilestur: Gengransking til persónlagað medisin 03.03.2023Morgunsendingin á vitjan 03.03.2023FarGen á Suðuroyar sjúkrahúsi 6.-8. mars 28.02.2023Tíðindaskriv: Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár 22.02.2023Sera góð undirtøka í Vágum 16.02.20231000 takk 02.02.2023FarGen við Norðskála 7.-8. febr. 19.01.2023FarGen til Sands 12.01.2023Fólkaheilsustýrið farið at virka 27.12.2022Kanningarúrslit 29.11.2022Tíðindaskriv: FarGen við nýggjari skrá við føroyskum íleguvariantum 08.11.2022Afturboðan um kanningarúrslit 21.10.2022FarGen er í gongd aftur 19.09.2022FarGen 6 ár 15.09.2022Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? 14.09.2022Ílegur hava týdning! 18.07.2022Hevur ACE-virkni ávirkan á venjingarúrtøku? 19.06.2022100 tey fyrstu í FarGen 2 25.05.2022Granskingarstuðul til FarGen-PGx 14.03.2022Bioanalytikari til FarGen 22.02.2022Gongd og úrslit í IBD-granskingarverkætlanini 10.02.2022Vit eru flutt 06.01.202213 minuttir um bróstkrabba í Føroyum 21.12.2021FarGen-dátur í cloud-skipan 29.11.2021FarGen-verkætlanir á Vanganum 26.10.2021FarGen í vísindaligum útgávum 13.07.2021Herborg liðug í starvsvenjing 12.05.2021FarGen-PGx-verkætlanin farin í gongd 07.04.2021Ættarbond, ættarbregði og ílegur 01.03.2021Spyr korona eftir, hvør tú ert? 14.01.2021Tíðindabræv frá FarGen fyri 2020 05.01.2021Okkara starvsnæmingur 09.11.2020Ættarbandsskráin og ílegugransking 06.11.2020Vísindavøka 2020 23.10.2020Skulu vit útrudda sjúkur, bara tí tað tøkniliga ber til? 22.09.2020FarGen í fýra ár 27.08.2020Elsa vart BA-ritgerð um bróstkrabba 04.06.2020Tórur fingið stuðul til ACE-verkætlanina 02.06.2020840.000 til Noomi og bróstkrabbaverkætlan 28.05.2020Elisabet ger MSc-verkætlan hjá FarGen 19.05.2020Góð undirtøka fyri HBOC-verkætlanini 18.04.2020Hálv mió. kr. til FarGen at granska COVID-19 24.03.2020Ólavur í "Tey forvitnu" 06.03.2020Nordic Biobank Forum hildið í Føroyum 27.01.2020Súnhild liðug í starvsvenjing 27.01.2020Heilsumálaráðharrin á vitjan 04.12.2019Betri ger FarGen betri 28.10.2019FarGen - eitt gullnám fyri heilsugransking 25.02.2019FarGen í Nature-tíðarriti 08.02.2019FarGen í Tallinn 22.01.2019Gransking við FarGen-dátum 12.09.2018Postaravirðisløn til FarGen 31.08.2018KT-húsið veitir útgerð til superteldu til FarGen 30.05.2018Tíðindaskriv: Ólavur skal greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum 30.04.2018Málið fyri stig 1 rokkið 01.02.2018Síðstu blóðroyndirnar 04.01.2018FarGen fær 3 mió á donsku fíggjarlógini 09.11.2017Blóðroyndir í november og desember 20.09.2017FarGen fingið stórfingna gávu frá Betri 15.09.2017FarGen á GBW í Stockholm 22.08.2017Fyrstu genomini lisin 07.08.2017Útvarpssending um Ættarbandsskránna 19.06.2017Tvey nýggj starvsfólk 23.05.20171.000 blóðroyndir tiknar 20.05.2017Stýrisbólkurin vitjar á iNova 15.05.2017Blóðroyndir í Gøtudali 16. mai 24.04.2017Nýggj tvíburaskrá til gransking 13.03.2017Blóðroyndir í Klaksvík 26.01.2017Tíðindaskriv: Tú kanst framvegis tekna teg til FarGen 15.12.2016Nýggj starvsfólk 19.01.2017Blóðroyndir í Fuglafirði og Gøtu 02.12.2016FarGen á ferð endabrestur í Havn 23.11.2016FarGen á ferð - á Tvøroyri 24.10.2016FarGen á ferð - í Runavík 28.09.2016Fyrstu blóðroyndirnar tiknar 19.09.2016Nú kanst tú tekna teg til FarGen 18.09.2016Europe Biobank Week í Wien 16.08.2016FarGen luttekur á Vísindavøkuni 28.06.2016Ráðstevna um genomgransking 21.03.2016FarGen vitjar í Danmark 03.03.2016FarGen á Kambsdali 19.02.2016Eru føroyskar ílegur áhugaverdar? 21.01.201683 % taka undir við FarGen