Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari hjá FarGen, hevur fingið játtað 840.000kr í stuðli til HBOC-granskingarverkætlanina, sum ger kanningar innan bróst- og eggjastokkakrabba. Játtanin ger, at arbeiðið við verkætlanini kann halda fram.
Luttakarar í FarGen eru partur av samanberingarbólkinum í hesi verkætlanini, og dáturnar hjá "frísku" luttakarunum í samanberingarbólkinum verða samanbornar við dátur hjá einum sjúkubólki. Endamálið er at eyðmerkja ílegur, sum kunnu elva til bróst- ella eggjastokkakrabba í Føroyum.
Les meira um verkætlanina her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login