Visti tú, at Ættarbandsskráin, sum í hesum døgum er so væl umtókt á Vanganum hjá Talgildu Føroyum, upprunaliga er ment til ílegugransking? Ættarbandsskráin verður m.a. brúkt til at greina arvagongdina hjá arvaligum sjúkum í ávísum familjum. Hon kann eisini verða brúkt til at tryggja sær, at luttakarar í eini granskingarverkætlan ikki eru ov tætt skyldir, tí tað kann geva misvísandi kanningarúrslit. Ættarbandsskráin er sostatt eitt sera hent amboð hjá læknum og granskarum.
Í FarGen-høpi verður Ættarbandsskráin t.d. brúkt til at greina genetiska fjølbroytnið hjá føroyingum. Málið er at menna eina skrá (tilvísingargenom), sum vísir títtleikan av íleguvariantum hjá føroyingum.
Les meira um føroyska tilvísingargenomið her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login