Tað gongur væl at útvega luttakarar til FarGen 2, og vit hava fingið omanfyri 600 luttakarar, eftir at ferð varð sett á rekrutteringina fyri tveimum mánaðum síðani. Vit fegnast sjálvsagt um góðu undirtøkuna, men tað hevur eisini ávísar avbjóðingar við sær, tí góðu luttakaratølini hava eisini við sær, at sera nógv biokemisk kanningarúrslit av blóðroyndum eru, sum skulu gjøgnumgangast, áðrenn luttakarar kunnu fáa boð um, hvørt frávik eru, ella um tølini eru í lagi. Vit biðja um umbering fyri, at nakrir luttakarar hava verið noyddir at bíða rættiliga leingi eftir svari, men nú kann væntast, at fráboðanin kemur fyrsta dagin.
Vinaliga haldið okkum til góðar!
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login