Ílegusavnið sóknast eftir bioanalytikara í sambandi við, at FarGen 2 fer í gongd í næstum. Farið verður undir at útvega fleiri luttakarar til føroyska ílegugransking, og dentur verður serliga lagdur á gransking í ávísum sjúkum við lutfalsliga høgum títtleika í Føroyum. Í starvinum verður tú partur av toyminum, sum skal standa fyri at taka royndir og gera kanningar av granskingarluttakarunum. Talan er um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár frá 15. apríl 2022, men talan kann verða um at leingja setanina.
FarGen er ein føroysk verkætlan, sum mennir ein dátugrunn við upplýsingum um ílegurnar hjá føroyingum og skapar fortreytir fyri gransking í ílegum og arvaligum sjúkum í Føroyum. Málið er at gagnnýta ta vitanina, sum fæst til vega, til sjúkufyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.
Arbeiðsuppgávurnar eru í fyrstu atløgu at taka blóðroyndir, men sum frá líður fer starvið eisini at fevna um starvsstovuuppgávur so sum at uppreinsa DNA og gera tað klárt til heilgenomlesing. Talan er um eitt spennandi starv, har tú verður partur føroyska granskingarumhvørvinum.
Krøv til umsøkjara
Tú ert útbúgvin bioanalytikari
Tú ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt
Tú hevur jaligan hugburð og góð tvørfaklig samstarvsevni
Tú ert fleksibul, tí viðhvørt verður arbeitt uttan fyri vanliga arbeiðstíð og kring landið
Vit bjóða
Eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv
Møguleikar fyri fakligari menning
Eitt sterkt fakligt toymi við arbeiðssomum starvsfeløgum
Setanarøkið og lønarviðurskifti
Starvsstaðið er Ílegusavnið við tilknýti til FarGen-verkætlanina. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara, á tel. 233050 ella noomi@fargen.fo
Vinarliga send umsókn, avrit av prógvi og CV til fargen@fargen.fo í seinasta lagi 28. mars 2022.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login