D-vitamin-stigið hjá føroyingum liggur sum heild væl, men samband tykist vera millum aldur og D-vitaminstig í kroppinum. Hetta sæst við tað, at tess yngri aldursbólkur, tess fleiri fólk hava trot uppá D-vitamin. Tað staðfestir nýggj vísindalig grein, ið byggir á dátur úr FarGen 2, og sum er júst komin út í tíðarritinum, Scandinavian Journal of Public Health.
Endamálið var at kanna stigið av D-vitamin hjá føroyingum og at greina eitt møguligt samband millum D-vitaminstig og ymiskar variablar so sum kyn, aldur, venjingarstøða, BMI, fitiprosent, rúsdrekka- og tubbaksnýtslu umframt árstíðarbundnar broytingar.
Støði varð tikið í mátingum av D-vitaminum í blóðroyndum, kropsligum mátingum og spurnabløðum, sum 1748 luttakarar hava latið í sambandi við sína luttøku í FarGen 2. Talan er um 1034 kvinnur og 714 menn millum 18 og 86 ár.
Kanningarnar vístu eina høga nøgd av D-vitamin, og 74,3 % av luttakarunum lógu oman fyri tilmælda markvirðið uppá 50 nmol/l, meðan bert 3,3 % høvdu beinleiðis trot á D-vitamin, tvs undir 25 nmol/l. Trot sást serliga hjá yngstu aldursbólkunum, 18-29 ár og 30-39 ár. Sum heild lá D-vitaminstigið hjá luttakarum undir 49 ár eisini munandi lægri enn hjá teimum, sum vóru 50 ár ella eldri.
Úrslitini vísa greiðar árstíðarbundnar broytingar í D-vitaminstigi, har stigið, sum væntað, liggur hægri um summarið enn um veturin. Ein av keldunum til D-vitamin er nevniliga sólarljós. Kanningarnar vísa eisini eitt greitt samband millum D-vitaminstig og variablarnar: kyn, aldur, BMI og kropsliga venjing. Hinvegin ber ikki til at staðfesta samband millum D-vitaminstig og rúsdrekka- ella tubbaksnýtslu út frá hesum kanningunum.
Høvundarnir til greinina eru Ragnhild L. Jacobsen, Olivia Gray, Laura Yerges-Armstrong, Melissa Hendershott, Leivur N. Lydersen, Katrin D. Apol, Herborg L. Johannesen, Torkil á Steig, Kaja Wasik og Noomi O. Gregersen.
Høvundarnir eru knýttir at Heilsustýrinum, Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, Landssjúkrahúsinum, Steno Miðstøðini og amerikansku fyritøkuni, Variant Bio.
Greinin er tøk her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login