Eitt av málunum við FarGen er at granska í ávísum sjúkum, sum hava høgan títtleika í Føroyum, hetta fyri at menna møguleikarnar fyri persónlagaðum medisini. Sjúkurnar eru: diabetes, tarmbrunasjúka, høgt blóðtrýst og ávísar giktsjúkur (spondylartropati).
Málið er at fáa 175 luttakarar við giktsjúku og 350 luttakarar við hvørjari av hinum sjúkunum. Endamálið er at eyðmerkja ílegur og onnur lívfrøðilig mát, sum kunnu vera orsøk til hesar sjúkurnar hjá føroyingum. Sum myndin vísir, er nakað eftir á mál fyri at røkka nóg nógvum luttakarum við hesum sjúkunum - undantikið fyri høgt blóðtrýst.
Hevur tú ella onkur, tú kennir, eina av hesum sjúkunum, hevði tað verið viðkomandi at luttikið í FarGen. Fyri at luttaka krevst, at tú:
lesur kunningartilfar um FarGen
fyllir út eitt spurnablað
møtir til kanningar (blóðroynd og ávís kropslig mát, tekur uml. 20 min.)
Bílegg tíð her
GG. Allar dátur eru navnloyndar, tvs. at granskarar vita ikki, hvør eigur dáturnar, teir arbeiða við.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login