Elisabet Thomsen lesur bioinformatikk á DTU, og hon er í løtuni í gongd við sína MSc-verkætlan í samstarvi við FarGen. Elisabet arbeiðir saman við starvsfólki hjá FarGen við at gera og góðskumeta eina pipeline til at kalla íleguvariantar frá dátunum hjá FarGen. Hetta merkir, at hon er við til at menna eina arbeiðsgongd, sum kann finna og avgera íleguvariantar í FarGen-dátunum. Hetta arbeiðið er avgerandi fyri at vit kunna greina okkara ílegudáturnar og kunna staðfesta, um ávísir íleguvariantar kunnu økja vandan fyri sjúku.
Bioinformatikk er annars eitt tvørfakligt granskingarøki, sum snýr seg um tøkniligar greiningar av stórum mongdum av lívfrøðidátum. Meginparturin av allari biomedisinskari gransking inniber í dag nýtslu av bioinformatikk.
Á myndini greiðir Elisabet frá síni verkætlan.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login