"Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?" Hetta er heitið á fyrilestri, sum Noomi Oddmarsdóttir Gregersen,verkætlanarleiðari fyri FarGen, fer at halda á Heilsucafé´ini á Torradøgum í Klaksvík. Fyrilesturin snýr seg um FarGen-verkætlanina og týdningin av ílegugransking í framtíðar heilsuverkinum. Eisini verður nortið við spurningin, um Føroyar eru áhugaverdar innan hetta økið.
Fyrilesturin verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi leygardagin 20. februar kl 16.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login