Starvsfólk á Ílegusavninum og hjá FarGen hava farnu vikuna luttikið á árligu ráðstevnuni fyri biobankar, sum hesa ferð varð hildin í Wien. Á skránni vóru m.a. framsýningar, fyrilestrar og kjak.
Ílegusavnið luttók við einum postara, og FarGen-verkætlanin slapp gjøgnum nálareygað, og fingu vit høvi at hava eina framløgu um verkætlanina. Stórur áhugi var at tosa við okkum eftir framløguna, og fleiri nýggj sambond vórðu knýtt.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login