Í dag komu vit á mál við FarGen 2, tá vit rundaðu 3.500 luttakarar, eftir at hava verið í gongd við at útvega luttakarar í júst trý ár. Tilsamans eru sostatt 5.000 luttakarar nú við í FarGen-dátugrunninum.
Síðsti luttakarin í dag var serliga innboðin. Pál Weihe fekk heiðurin at runda FarGen av, tá hann var hin seinasti yvirhøvur, at fara gjøgnum kanningarnar. Pál kann sigast at vera faðir at FarGen, og átti hann upprunaliga hugskotið til verkætlanina. Tí var sjálvsagt, at hann eisini skuldi seta punktum seinnapartin í dag.
Hátíðardámur var í Heilsustýrinum, nú hesin varðin varð settur, og øll tey, sum hava verið við í tilgongdini at røkka stóra luttakaratalinum, vóru boðin at hátíðarhalda sermerktu løtuna.
Hóast eitt mál nú er rokkið, so er langur vegur eftir á mál. Nú fer sjálv granskingin í gongd, og farið verður undir at fremja tey málini, sum eru sett fyri FarGen 2:
1. At kanna fýra sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktsjúkur.
2. At menna føroyska tilvísingargenomið, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.
3. At kanna, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku populatiónini.
Eisini verður farið undir at menna ein leist fyri persónlagað medisin í Føroyum.
Heilsustýrið takkar øllum teimum, sum hava givið sítt íkast til føroyska ílegugransking við at luttaka í FarGen.
Á fyrru myndini síggjast f.v. Guðrið Andorsdóttir, varastjóri í Heilsustýrinum, Pál Weihe, professari og stigtakari til FarGen, Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum og kliniskur ábyrgdarhavi, og Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.
Á seinnu myndini eru øll tey, sum hava verið partur av útveganini av luttakarum til FarGen 2: Aftara rað f.v. Katrin D. Apol, Ásgerð K. Prestá, Arnfinnur Kallsberg, Leivur N. Lydersen, Hildigunn Thomsen, Mirjam Vitalis, Nanna S. Hammer og Stella Mia Mundt. Fremra rað f.v. Bina K. Syderbø, Sólrun B. Larsen, Tóra H. Jacobsen, Noomi O. Gregersen, Ragnhild L. Jacobsen og Eyð-Britt Tjaldrastein.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login