Í dag eru 6 ár síðani, vit lótu upp fyri tilmeldingum til FarGen, og vit vilja nýta høvið at takka øllum tykkum mongu, sum hava víst áhuga at luttaka í verkætlanini. Takk fyri tykkara íkast til føroyska ílegu- og genomgransking.
Vit rukku málinum við FarGen 1, sum var 1500 luttakarar, eftir 1 ½ ári. Síðani tá hava vit upplivað ein støðugan áhuga fyri at luttaka, og nú FarGen 2 so smátt er farið í gongd, standa tilsamans 2578 fólk á okkara tekningarlista. Pláss er kortini fyri fleiri, og tú kanst skráseta teg her á síðuni við at fylla út teigarnar í høgra bredda.
GG. Tú kanst luttaka í FarGen 2, hóast tú eisini vart við í FarGen 1.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login