Í komandi viku verða fyrstu úrslitini frá FarGen 2 løgd fram í sambandi við Vísindavøkuna. Talan er í fyrstu atløgu um úrslit frá biokemiskum kanningunum, tvs. ein heildarmynd fyri luttakarahópin um vitaminir, kolesterol o.a.
Enn ber ikki til at siga nakað um føroysku ílegurnar, tí ongar genomlesingar eru gjørdar enn. Tá luttakaratalið er komið upp á 2.000, verða blóðroyndirnar sendar til Danmarkar, har tær verða lisnar. Luttakaratalið er í løtuni 1.944, so nú nærkast av álvara.
- So møguliga ber til at siga meira um tann genetiska partin á Vísindavøkuni næsta ár - sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, í sendingini, Breddin hjá KVF, sum varð send 15. sept.
Hoyr alla samrøðuna her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login