FarGen er aftur á ferð, og hesa ferð vitja vit í Vágum, har vit gera kanningar í Læknamiðstøðini í Miðvági 31. okt. og 1. nov.
Málið við FarGen er 3.500 luttakarar til føroyska ílegugransking. Ynskiligt er at fáa umboðan av kyni, aldri og landafrøði, sum samsvarar lutfalsliga við føroyska fólkið. Málið fyri Vágar er sostatt 221 luttakarar, og enn vantar okkum 104 vágafólk.
Bílegg tíð her
Opið er frá kl. 16.15-20.00
Kanningarnar fevna um eina blóðroynd, nøkur kropslig mát, máting av blóðtrýsti, eygna- og lungnavirkni. Vanliga tekur tað 20-25 min tilsamans.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login