Í gjárkvøldið var seinasta tiltakið av kunningarátakinum, "FarGen á ferð". Toymið handan FarGen hevur farnu mánaðirnar ferðast kring landið og hildið kunningarfundir um verkætlanina. Endabresturin var í Læraraskúlahøllini í Havn, og eini 100 fólk vóru møtt. Fólk hava sum heild tikið væl undir við tiltakinum og stórur partur av áhoyrarunum hevur valt at lata blóðroyndir til verkætlanina.
Til ber framvegis at tekna seg til FarGen, og fólk fáa boð, tá blóðroyndir verða tiknar í teirra øki.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login