Næsti steðgur hjá "FarGen á ferð" verður í Runavík.
Mikukvøldið 2. nov. kl. 19.00 verður alment kunningartiltak um FarGen-verkætlanina á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Greitt verður frá um verkætlanina, um at luttaka og um, hvussu verkætlanin kann gagna heilsuverkinum. Møguleiki verður at tekna seg og at taka blóðroynd.
Hetta er fimti steðgur á kunningarferðini kring landið. Vitjað hevur verið í Klaksvík, á Oyrarbakka, í Vestmanna og á Sandi, og fólk hava víst stóran áhuga og sett viðkomandi spurningar. Nógv hava eisini nýtt høvið at taka blóðroynd í sambandi við tiltakið.
Øll eru vælkomin til kunningartiltøkini.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login