Tíðindaskriv:
FarGen-verkætlanin hevur á móttøku í dag fingið gávukekk áljóðandi 1,5 mió. kr frá Betri Stuðli, sum er stuðulsgrunnur hjá Betri samtakinum. Peningurin er oyramerktur til eitt tól, sum ger, at til ber at framleiða eitt føroyskt tilvísingargenom. Eitt føroyskt tilvísingargenom vísir, hvussu miðal ílegusamansetingin hjá føroyingum er.
Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari hjá FarGen, fegnast um stórfingnu gávuna: ”Vit høvdu næstan uppgivið at byggja upp føroyska tilvísingargenomið júst nú, tí kostnaðurin var so høgur. So kom nýggj tøkni á marknaðin, og tá Betri Stuðul játtaði okkum pening at útvega okkum eitt nýtt tól, sá alt nógv ljósari út. Nýggja tólið ger, at vit nú kunnu framleiða føroyska tilvísingargenomið bæði skjótari og bíligari enn áður”.
Eitt føroyskt tilvísingargenom er eitt hent amboð bæði hjá læknum og granskarum til heilsufremjandi endamál. Tilvísingargenomið kann m.a. verða brúkt til at finna fram til sjúkuelvandi ílegur. Av tí at Føroyar verða roknaðar sum eitt arvafrøðiliga avmarkað fólk, kann vera lættari at finna sjúkuílegur her enn í meira samansettum samfeløgum. Úrslitini frá gransking í føroyskum genomum kunnu tó eisini brúkast breitt og hava ávirkan uttanlands.
“Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkum øllum til góðar og ger okkara lív betri í Føroyum” sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Stuðli. “Virksemið hjá FarGen fevnir um flestu kjarnuendamálini hjá stuðulsgrunninum, sum eru m.a. sjúkufyribyrging, gransking og at skapa tryggleika. Tí hava vit valt at stuðla FarGen-verkætlanini við at lata pening til nýtt tól, sum í síðsta enda fer at hjálpa bæði granskarum og læknum í teirra arbeiði at betra um heilsuna hjá øllum føroyingum.”
Málið er at lesa arvastreingin (genomið) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tað verður gjørt út frá eini blóðroynd. FarGen-verkætlanin hevur verið í gongd í eitt ár, og higartil eru umleið 1150 blóðroyndir tiknar.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login