Leygardagin 19. september vóru fýra ár síðani FarGen-verkætlanin varð skotin í gongd, og fyrstu luttakararnir kundu tekna seg. Í mars 2018 rukku vit fyribils málinum, sum var 1.500 luttakarar.
Síðani tá hava vit arbeitt við at lesa innsavnaðu blóðroyndirnar og fingið í lag samstørv um at granska í innsavnaðu dátunum. Higartil hava vit samstarvað við fýra granskingarverkætlanir: HBOC, IBD, ADHD og ACE, og tann fimta verkætlanin hevur eisini fingið neyðugu loyvini at fara í gongd. Nærri kunning um tað kemur seinni. Les nærri um verkætlanirnar her.
Í løtuni arbeiða vit við at fara í gongd við FarGen 2, har málið er at útvega 3.500 luttakarar aftrat. Í FarGen 1 varð dentur lagdur á at uppbyggja ein dátugrunn til gransking. Í FarGen 2 er ætlanin umframt hetta at taka næsta stigið og brúka dáturnar til ítøkiligar kanningar, sum m.a. kunnu stuðla undir endamálið at menna persónlagað medisin.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login