Umboð fyri FarGen hava í vikuni luttikið á ráðstevnuni ”Genomics for personalized medicine and beyond” í Tallinn í Estlandi. FarGen hevði tvær framløgur á ráðstevnuni:
Noomi O. Gregersen: PhD og verkætlanarleiðari: ”FarGen – A Faroese initiative towards precision medicine”
Ólavur Mortensen, PhD-lesandi: ”Elucidating the genetic variation within the Faroese population”
Ráðstevnan var eitt høvi hjá serfrøðingum og starvsfólki innan granskingar- og heilsuøkið at býta vitan sínámillum og skifta orð um, hvussu genomvísindi kann nýtast til skraddaraseymaða viðgerð í (norðurlendsku) heilsuverkunum.
Skraddaraseymað viðgerð merkir, at sjúkuviðgerðin verður lagað til einstaka sjúklingin út frá vitan um hansara ílegur. Mett verður, at skraddaraseymað viðgerð kann hava stóran samfelagsligan ágóða, bæði tí almennu útreiðslurnar til heilsutænastur minka, meðan heilsan hjá fólkinum sum heild batnar.
Ráðstevnan varð fyriskipað innan rammurnar á ePerMed-verkætlanini, hvørs endamál er at økja vísindaligu serfrøðina og at samstarva um at fremja skraddaraseymaða viðgerð í Estlandi. ePerMed er eitt samstarv millum universitetini í Tartu, Lausanne og í Helsinki, og er fíggjað hjá H2020.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login