Greinin ”FarGen – Participants in the Genetic Research Infrastructure of the Faroe Islands” er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Greinin snýr seg um, í hvønn mun luttakararnir í FarGen 1 kunnu sigast at umboða føroyska fólkið út frá m.a. sosiodemografiskum variablum. Úrslitini vísa, at FarGen-luttakarar sum heild umboða føroyska fólkið væl. Kvinnur eru tó munandi betur umboðaðar, lutfalsliga nógvir luttakarar búgva í miðstaðarøkinum, eins og ein yvirvág sæst av fólki millum 45 og 64 ár. Útbúgvingarstigið hjá fólki tykist somuleiðis hava týdning fyri áhugan at luttaka. Greinin viðger eisini motivatiónina hjá fólki fyri at luttaka í FarGen-verkætlanini, og úrslitini vísa, at luttakararnir fremst av øllum luttaka fyri at menna granskingarførleikarnar í Føroyum og fyri at hjálpa øðrum.
Høvundar til greinina eru: Katrin D. Apol, Leivur N. Lydersen, Ólavur Mortensen, Pál Weihe, Bjarni á Steig,Guðrið Andorsdóttir, og Noomi O. Gregersen.
Les greinina her.
Í summar kom greinin: “FarGen: Bioresource from the Faroe Genome Project” út í tíðarritinum Open Journal of Bioresources. Hetta tíðarritið gevur út greinar um lívfrøðiligt tilfeingi, í hesum føri FarGen-dátur, sum eru ætlaðar gransking. Endamálið er at gera granskarar varugar við tilfeingið og møguleikarnar at brúka tað til vísindalig endamál. Í greinini verður FarGen-dátugrunnurin lýstur, tvs. eitt nú slag av dátum, goymsla, mannagongdir og atgongd til dátur. Greinahøvundar eru Noomi O. Gregersen, Katrin D. Apol, Pál Weihe, Bjarni á Steig og Guðrið Andorsdóttir.
Les greinina her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login