FarGen luttekur í ár á árligu Vísindavøkuni. Í hesum sambandi ber til at hoyra fyrilesturin "Eru føroysk gen áhugaverd í heilsuhøpi?" hjá Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara.
Vísindavøkan fer eisini á ferð kring landið, og stovnar, fyritøkur, feløg og onnur kunnu bíleggja ein fyrilestur um ymisk evni. Úrvalið av fyrilestrum er sera fjølbroytt og spennandi.
Vísindavøkan verður 30. sept. í Perluni og í Reinsarínum í Havn. Vísindavøkan á ferð fer fram í døgunum 19.-29. sept.
Les meira um Vísindavøkuna og ymsu fyrilestrarnar á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login