Um ársskiftið vóru 2312 luttakarar skrásettir hjá FarGen. Hetta svarar til tveir triðingar av setta málinum, sum er 3.500 luttakarar, og væntandi verður tað málið rokkið seinni í ár.
Higartil er at kalla øll orka løgd í at útvega luttakarar til FarGen, og roynt hevur verið at raka so breitt, sum til ber. Komandi tíðin fer hin vegin at vera merkt av einum miðvísari átaki at røkka ávísum bólkum, sum antin eru undirumboðaðir í luttakarahópinum, ella sum serligur áhugi er fyri. Fyrri bólkurin umfatar eitt nú mannfólk, eldri fólk og føroyingar úr norðara og eystara parti av Føroyum. Seinni bólkurin fevnir um fólk, sum bera ávísar sjúkur: tarmbrunasjúkur, diabetes, høgt blóðtrýst og ávísar giktsjúkur.
Kunningarskriv um FarGen
Hetta, umframt annað, kanst tú lesa meira um í kunningarskrivi frá Fólkaheilsustýrinum um FarGen. Her verður ein støðulýsing fyri FarGen løgd fram, eins og nakrar av teim ætlanunum, sum liggja fyri framman, verða umrøddar. Kunningarskrivið er tøkt her.
Takk fyri øll tit, ið hava veitt tykkara íkast til gransking í føroyskum ílegum. Hóast farið verður meira miðvíst til verka nú, eru øll 18 ár og eldri framvegis vælkomin at luttaka í FarGen.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login