Í síðstu viku fingu luttakarar í FarGen-verkætlanini ein teldupost við innbjóðing til at luttaka í FarGen-PGx-verkætlanini. Í PGx-verkætlanini fara vit at kanna samanrenningina millum ílegur og heilivág, rópt pharmacogenomics. Hetta er ein liður í at menna persónlagað medisin í Føroyum, har vitan um ílegurnar hjá tí einstaka letur upp fyri at málrætta viðgerðina í størri mun, so heilivágurin virkar á besta hátt.
Heilivágur kann virka ymiskt. Summi fáa tað betri av einum ávísum heilivági, onnur hava als einki gagn av heilivágnum, meðan onnur fáa hjáárin av sama heilivági. Í ávísum førum ber til at meta um virknaðin av einum heilivági frammanundan við at kanna ílegurnar. Við at kanna samanrenningina millum ílegur og heilivág ber í ávísum førum til at greina, hvussu ílegurnar hjá tí einstaka ávirka virknaðin av heilivágnum. Finst ein samanrenning millum eina ílegu og ein heilivág, kunnu tilmæli gerast um, hvussu heilivágurin kann verða givin treytað av íleguvariantinum hjá einstaka persóninum.
Í hesi kanning verður hugt at ílegu-heilivágssamanrenningum, har tilmæli longu eru gjørd uttanlands um, hvussu heilivágurin kann gevast treytað av íleguvariantum hjá tí einstaka. Kannað verður, um slík heilivágssløg verða givin í Føroyum, og um íleguvariantar, ið kunnu leiðbeina um, hvussu heilivágur skal gevast, eru millum føroyingar. Úrslitini skulu skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum, og málið er at menna mannagongdir fyri, hvussu úrslitini kunnu brúkast í føroyska heilsuverkinum.
Tað eru Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum samstarva um hesa verkætlanina.
Hevur tú onga innbjóðing fingið, hóast tú ert partur av FarGen, er hugsandi, at vit ikki hava tín dagførda teldupost. Vinaliga boða okkum frá, um so er.
Hevur tú ongan teldupost, senda vit tær eitt bræv.
Les kunningartilfarið um verkætlanina her.
Hoyr samrøðu í KVF við Noomi O. Gregersen frá FarGen og Jónrit Halling frá Náttúruvísindadeildini um verkætlanina her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login