Nú fáa sandoyingar møguleikan at gerast partur av FarGen. Kanningar verða gjørdar í døgunum 24.-25. januar 2023 í Ísansgarði á Heimasandsvegi 117 á Sandi. Øll, sum eru 18 ár ella eldri, eru vælkomin at luttaka. Kanningarnar fara fram hesar tíðir:
Týs. 24. jan. kl. 13.00-21.00
Mik. 25. jan. kl. 09.00-18.00
Til ber at bíleggja tíð á kanning.fargen.fo
Áðrenn tú møtir til blóðtøku, heita vit á teg um at lesa kunningartilfarið um verkætlanina og fylla út eitt spurnablað um m.a. tína bakgrund, heilsu og lívsstíl. Hesi eru tøk á Vanganum.
Hevur tú ikki samleikan, ber eisini til at heinta spurnablaðið á heimasíðuni, men tá mást prenta skjalið út. Vit hava eisini spurnablaðið á prenti, men tá mást tú seta eyka tíð av til at fylla tað út, tá tú møtir til kanningar.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login