Um tú ert við í FarGen-verkætlanini, kanst tú nú síggja eitt yvirlit á Vanganum yvir tær granskingarverkætlanirnar, sum tú hevur játtað at luttikið í. Talan er um verkætlanir, sum eru gjørdar í samstarvi við Ílegusavnið og brúka dátur úr FarGen-dátugrunninum.
Í yvirlitinum sært tú m.a., nær tú ert boðin við í verkætlanina, og nær Ílegusavnið hevur fingið títt samtykki um luttøku. Eisini kanst tú lesa kunningartilfar um tær verkætlanirnar, tú ert við í.
Ílegusavnið hevur verið partur av Vanganum frá byrjan, og Ættarbandsskráin hjá Ílegusavninum hevur verið mest vitjaða síðan á Vanganum yvirhøvur. Eisini hevur áhugin fyri at tekna seg til FarGen verið vaksandi, hetta hóast ongar blóðroyndir verða tiknar í løtuni.
Tá FarGen 2 fer av bakkastokki komandi ár, fert tú at kunnu tekna teg sum luttakara á Vanganum.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login