FarGen er á ferð kring landið, og næsta vitjanin verður í Sundalagnum. Kanningar verða gjørdar í Læknamiðstøðini við Norðskála, við Svartheygg 1, hin 7. og 8. februar. Øll, sum eru 18 ár ella eldri, eru vælkomin at luttaka. Kanningarnar fara fram hesar tíðir:
Týs. 7. febr. kl. 16.00-20.00
Mik. 8. febr. kl. 16.00-20.00
Til ber at bíleggja tíð á kanning.fargen.fo
Áðrenn tú møtir til blóðtøku, heita vit á teg um at lesa kunningartilfarið um verkætlanina og fylla út eitt spurnablað um m.a. tína bakgrund, heilsu og lívsstíl. Hesi eru tøk á Vanganum.
Hevur tú ikki Vangan, ber eisini til at heinta spurnablaðið á og 8.i, men tá mást prenta skjalið út. Vit hava eisini spurnablaðið á prenti, men tá mást tú seta eyka tíð av til at fylla tað út, tá tú møtir til kanningar.
Mynd: Ekrem Canli, Wikimedia Commons
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login