Í farnu viku vóru starvsfólkini hjá FarGen á vitjan í Danmark. Vitjað varð hjá DTU í Risø, har vit fingu kunning og íblástur um sonevndar superteldur, sum eru neyðugar fyri at kunna arbeiða við ovurstórum mongdum av dátum.
Fríggjadagin var ráðstevnan, "Genomics of the Future", á skránni, har fleiri av fremstu serfrøðingunum innan genomgransking hildu fyrilestrar. Framkomin genomgransking fer í framtíðini at hava við sær kollveltandi broytingar fyri alla heilsuskipanina. Út frá hesum varð á ráðstevnuni tikið støði í hesum spurningum:
• Hvørjar eru sosialu avleiðingarnar, og hvør verður ávirkanin á breiðu europisku heilsuskipanina?
• Hvør dynamikkur stendst av nýskapan innan genomgransking og vinnuna?
• Hvussu fer hetta at ávirka gerandisdagin hjá okkum sum brúkarar, sjúklingar og sum borgarar?
Tað var Instituttet for Fremtidsforskning, sum skipaði fyri ráðstevnuni.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login