1. januar 2023 fór Fólkaheilsustýrið formliga at virka sum ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Samstundis eru Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið tikin av. Uppgávurnar hjá teimum stovnunum eru sostatt fluttar undir nýggja Fólkaheilsustýrið. Tað merkir, at FarGen-verkætlanin nú liggur undir Fólkaheilsustýrinum, men heldur annars fram óbroytt.
Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum eru at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing við støði í hollum kunnleika til føroysk heilsu- og samfelagsviðurskifti. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.
Stjóri í Fólkaheilsustýrinum er Bjarni á Steig, yvirlækni.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login