Giktafelag Føroya fylti fyrr í ár 75 ár. Í hesum sambandi verður stór giktaráðstevna hildin leygardagin 4. nov. við fyrilestrum, pallborðkjaki og undirhaldi.
Giktsjúkur er ein av teim fýra sjúkubólkunum, sum FarGen í løtuni arbeiðir við, og í hesum sambandi er Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, boðin við á ráðstevnuna at halda ein fyrilestur um FarGen og gransking í m.a. giktsjúku. Fyrilesturin, sum er almennur, verður kl. 12.50.
Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík leygardagin 4. nov. kl. 12-18.
Skráin sæst her
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login