So er FarGen av álvara í gongd, og fyrstu luttakararnir hava latið blóðroynd til verkætlanina. Hetta hendi á kunningartiltakinum, FarGen á ferð, sum varð hildið í Klaksvík í gjárkvøldið.
Eini 30 fólk vóru á fundi, og undirtøkan at tekna seg var góð. Fyrstur at bjóða seg fram til blóðtøku, var Kári Vitalis, sum skemtandi undraðist á, at blóðið í hansara æðrum vísti seg at vera reytt - og ikki blátt. Samstundis legði hann myndakvinnuni eina við, um at fáa bláa KÍ-jakkan við á myndina.
Hildið verður fram við kunningartiltakinum, FarGen á ferð, og næsti steðgur verður í skúlanum á Oyrarbakka mikukvøldið 5. okt.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login