Aðalmálið við FarGen-dátugrunninum er at veita granskarum dátur til gransking í føroyskum ílegum. Nú FarGen hevur rokkið fyribils málinum, sum er 1500 luttakarar, er grundarlag eisini skapt fyri áhugaverdari ílegugransking. Áhugin fyri samstarvi við Ílegusavnið um at brúka dáturnar vísir seg eisini at vera stórur. Í løtuni eru tríggjar góðkendar granskingarverkætlanir í gongd, sum arbeiða við dátum hjá luttakarum í FarGen, og fleiri aðrar eru í stoypiskeiðini. Onkrar áheitanir hava eisini verið úr útlondum um samstørv.
Tær tríggjar verkætlanirnar, sum eru í gongd, eru:
ACE-verkætlanin
HBOC-verkætlanin
IBD-verkætlanin
Nýggjasta verkætlanin er ACE-verkætlanin, sum snýr seg um at kanna, um ávísir íleguvariantar ávirka venjingarviðkvæmi okkara, tvs. hvat gagn vit hava av kropsligari venjing. Innbjóðingar eru fyri stuttum sendar nøkrum FarGen-luttakarum viðvíkjandi luttøku í verkætlanini, sum væntandi fer undir at gera kanningar saman við luttakarunum í vár.
Les meira um verkætlanirnar her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login