FarGen hevur í dag fingið útivið hálva mió. kr. í stuðli til gransking tongda at korona. Endamálið við granskingarverkætlanini er at greina, um ílegusamansetingin hjá einstaka sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina, tvs. hvørji árin sjúkan hevur.
Noomi O. Gregersen, ph.d., er verkætlanarleiðari og Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarhavi. Verkætlanin er knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.
Granskingarráðið lat eisini stuðul til tríggjar aðrar verkætlanir innan økið í dag. Les meira her.
© FARGEN all rights reserved. Forritað og sniðgivið hava Sansir - Login